Almenn eiga at duga tað, tey biðja privat gera

05.09.2017 - 08:54
AktueltPengar
Almenn eiga at duga tað, tey biðja privat gera
Almennir stovnar fara alt ov ofta út í býin eftir tí, teir sjálvir eiga at duga og gera, sigur Landsgrannskoðanin
Landsgrannskoðanin hevur skrivað ársfrágreiðing um 2016. Verri enn so alla staðni stendur væl til hjá tí almenna.
 
 

Leiðsla og starvsfólk hjá tí almenna eiga sjálvi at vera før fyri at gera uppgávurnar, sum stovnurin hevur.

Men kortini verða privatar fyritøkur oftari og oftari bidnar um at gera vanligar fyrisitingarligar uppgávur fyri stovnarnar.

Hetta eru uppgávur, sum tað almenna eigur at kunna gera, uttan at rinda privatum fyri tað arbeiðið.

Landsgrannskoðanin sigur í frágreiðing sínari fyri 2016, at almennir stovnir rinda oftari og oftari privatum fyritøkum fyri at útinna vanligar fyrisitingarligar uppgávur, sum stovnarnir sjálvir helst áttu at havt førleika at útint. 

Starvsfólkadagar

Í summum førum kundu teir helst fingið annan serkønan stovn í landsumsitingini at ráðgivið sær, sum Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum, tá ræður um setanar- og uppsagnarmál. 

Onnur dømi eru, at almennir stovnar fara út um landsumsitingina eftir hjálp til málsligar uppgávur og til at orða skriv og tænastur í sambandi við starvsfólkadagar.

Landsgrannskoðanin heldur, at leiðsla og starvsfólk á einum almennum stovni, sum er settur á stovn at røkja fyrisitingarligar uppgávur, eiga at hava førleikar til tær uppgávurnar, sum natúrliga hoyra til stovnin. 

Tá ein stovnur keypir tænastur, sum áttu at verið partur av uppgávunum hjá starvsfólkum stovnsins, kann ivi verða sáddur um, um neyðug fíggjarlig atlit verða tikin. 

Landsgrannskoðanin heldur eisini, at tíðin er komin at taka spurningin upp, hvussu uppgávurnar hjá stovnum skulu vera greinaðar fyri at avgera, hvat stovnsrakstur er. 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. august
Túrur eystur í Skúvadal
84386
Mánadag 20. august
Morgunlestur mánadagin 20. august 2018
82973
Sunnudag 19. august
Guðstænasta í Christianskirkjuni
84372
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. august
3-2
84430
Mikudag 15. august
Úr savninum: Á hellu eg stóð
84248
Týsdag 7. august
Úr savninum: Svangir lundar
84035