Frídømdir fyri at seta eld á AA húsið í fjør

05.09.2017 - 13:14
Aktuelt112
Frídømdir fyri at seta eld á AA húsið í fjør
Høvuðsprógvini, millum annað DNA, hjá ákæruvaldinum hildu ikki í Føroya rætti
Eldurin varð ásettur. men tað er ikki prógvað, hvør festi í.
Mynd: Savnsmynd  
 
 

Hóast DNA spor frá øðrum tí ákærda, tí 27 ára gamla, varð funnið á staðnum.

Og hóast eitt vitni kendi hin ákærda, tann 30 ára gamla, aftur á einari mynd hjá politinum, er tað ikki prógvað so væl, at eingin rímiligur ivi er um, at tað vóru teir, sum settu eld á AA húsið við Tinghúsvegin í Havn seint um kvøldið 20.juli í fjør.

Føroya rættur hevur tí frídømt báðar fyri eldáseting.

Rætturin sigur tó í dóminum, at sannlíkt er, at fest er í á tveimum støðum í húsinum.

Viðvíkjandi DNA sporunum sigur rætturin, at tann ákærdi hevði verið á AA fundum í húsinum nakað frammanundan, at tey brunnu, so sporini, millum annað í einum blóðdropa á einum spaka, kunnu verða komin tá.

Ákærin kravdi tvey ára fongsulsrevsing til tann 30 ára gamla og tvey ár og tríggjar mánaðir til tann 27 ára gamla. 

Tað var tó ikki bara fyri eldáseting, men saman við øðrum, gomlum, dómum, teir hava fingið.

Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. oktober
Hetjur í hæddunum
Mánadag 16. oktober
3-2
Sunnudag 15. oktober
Andaktin
Sunnudag 15. oktober
Møti úr Frelsunarherinum
Hósdag 12. oktober
Kendir føroyingar: Kjølbro