Kenja sett bann fyri at brúka plastikposar

Kenja sett bann fyri at brúka plastikposar
Tey, sum bróta nýggju lógina kunnu revsast við upp í 300-túsund krónur í bót ella fýra ár í fongsul, skrivar AP-tíðindastovan
 
05.09.2017 - 18:40

Nýggja forboðið í Kenja snýr seg um at brúka, framleiða og innflyta plastposar. 

Um tú ferðast til Kenja skalt tú sostatt leggja allar plastposar eftir á flogvøllinum, skrivar BBC. Forboðið fevnir ikki um tey, sum framleiða plastposar til ídnaðin. 

Forboðið verður sett í verk, tí stjórnin í Kenja heldur, at plastposar skaða umhvørvið og tí teir tippa frárensl. Hvørt ár lata matvøruhandlar í Kenja út 100-miljónir plastposar, sambært upplýsingum í ST-umhvørvistilmælinum.

Arbeiðsfremjandi

Men forboðið fær ikki bara góða móttøku í landinum. Kenjiskir framleiðarar halda, at forboðið fer at gera fólk arbeiðsleys. 

Men kenjiski umhvørvismálaráðharrin, Judi Wakhungu, sigur tvørturímóti, at forboðið fer at skapa fleiri arbeiðspláss, tí nú er neyðugt at framleiða fleiri posar burturúr umhvørvisvinarligum tilfari.

Sambært ST-umhvørvistilmælinum, eru stórir umhvørvisligir trupulleikar av plastposum, tí teir skaða umhvørvið og elva til ringa heilsu. Plastposar eru partur av teimum átta miljónum tonsunum av plasti, sum hvørt ár verða tveitt í havið. Og heldur henda gongdin fram, so verður meira plast enn fiskur í havinum í ár 2050.

Ikki fyrstu ferð

Hetta er ikki fyrstu ferð, at plastposar verða bannaðir í Kenja. Í 2005, 2007 og 2011 vórðu tunnir posar bannaðir, tí teir lættiliga fóru við vindinum. Men forboðið hevur ikki bøtt nakað serligt um støðuna, og nú verða reglurnar so herdar.

Forboð, sum hetta í Kenja, eru sett í verk í øðrum afrikonskum londum, - eitt nú Kamerun, Guinea-Bissau, Mali, Tansania, Uganda, Etiopia, Mauretania og Malawi, skrivar svt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887