Fyrsta samkynda parið vígt

Fyrsta samkynda parið vígt
Tað vóru bretarnir  Richard McBride og Leslie Travers, sum vóru fyrsta samkynda parið, ið bleiv vígt í Føroyum.
Mynd: KvF  
 
06.09.2017 - 15:21

Richard McBride og Leslie Travers skrivaðu søgu í dag, tá teir vóru fyrsta samkynda parið, sum bleiv vígt í Føroyum. Tað var Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, sum vígdi teir. Teir hava altíð verið hugtiknir av Føroyum og hava fylgt við í kjakinum um føroysku hjúnarbandslógina, men teir vistu ikki fyrr enn í dag, at teir vóru teir fyrstu samkyndu at gifta seg í Føroyum. Richard McBride og Leslie Travers, sum eru 47 og 48 ára gamlir, hava verið par í 16 ár og búgva til dagligt í London. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819