Vaktlæknar og skaðastovur hava úr at gera

07.09.2017 - 07:40
AktueltHeilsa
Vaktlæknar og skaðastovur hava úr at gera
Fimti hvør føroyingur hevði brúk fyri lækna uttan fyri viðtalutíðina í fjør
Skaðastovan á Landssjúkrahúsinum tekur bara móti fólki, sum kommunulækni sendir hagar.
 
 

Yvir 10.000 fólk vóru hjá vaktlæknanum, telefon 1870, í fjør.

Og til 1.september í ár eru tey yvir 7.000, sum hava verið har.

Sambært talgildu heilsuskipanini hevði læknavaktin 10.311 vitjanir í fjør og 7.377 til 1.september í ár.

Harfturat var koyrilæknavaktin heima hjá 1.636 fólkum í fjør og hjá 1.206 til 1.september í ár.

Yvir 11.000 á skaðastovu 

Tølini úr talgildu heilsuskipanini erú í svarinum hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, sum spurdi um heilsuverkið. 

Nógv er eisini at gera á skaðastovunum. Í Havn vóru 7.807 fólk á skaðastovuni í fjør, í Klaksvík 2.638 og 745 í Suðuroynni.

Skaðastovan á Landssjúkrahúsinum tekur bara móti fólki, sum lækni sendir hagar. 

Sambært svarinum eru næstan 1.000 ársverk á sjúkrahúsunum í Føroyum, tey eru 972,3 í tali. 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. juli
Morgunlestur leygardagin 21. juli 2018
82861
Leygardag 21. juli
Frítíð og náttúra (3:4)
83444
Fríggjadag 20. juli
Summartímin hósdagin 19. juli
83505
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. juli
Video: Vestanstevna 2018, 10mf
83337
Leygardag 14. juli
Video: Vestanstevna 2018, 5mf kvinnur
83336
Leygardag 14. juli
Video: Vestanstevna 2018, 8mf
83335
Leygardag 14. juli
Video: Vestanstevna 2018, 6mf menn
83334