Felliknívur er springknívur og er tí vápn

08.09.2017 - 07:22
Aktuelt112
Felliknívur er springknívur og er tí vápn
Ætlaði at spara 100 kr., fekk 1000 kr. í sekt og misti harafturat knívin
Knívurin kann latast upp við einari hond, hóast hann er felliknívur.
Mynd: Savnsmynd  
 
 

Politiið hevur fingið ein knív afturat í vápnalógina.

Føroya rættur hevur givið einum manni 1.000 kr. í sekt fyri at keypa ein knív av slagnum Browning úr Kina.

Maðurin fekk tó ongantíð knívin, tí tollararnir tóku hann, tá hann kom til Føroya við postinum.

Maðurin segði í rættinum, at hann bílegði knívin úr Kina, tí har er hann 100 kr. bíligari enn at keypa hann í einum handli í Havn. 

Hann segði, at talan er ikki um springknív, tí knívsblaðið støkkur ikki upp sum á springknívi.

Kemur undir vápnalógina

Men í rættinum vísti ein løgreglumaður, hvussu knívurin virkar.

Rætturin sigur, at knívurin líkist so nógv einum springknívi, at hann kemur undir forboðið í vápnalógini.

Knívurin kann, eins og springknívur, latast upp við einari hond. 

Hann kemur tí undir somu áseting sum springknívur í vápnalógini, hóast hann er felliknívur, og hann er tí ólógligur.  

Maðurin, sum bílegði knívin úr Kina fyri at spara 100 kr., fær tí 1.000 kr. í sekt fyri at bróta vápnalógina, og hann missir knívin. 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. oktober
Bolero 22 okt 2017
Sunnudag 22. oktober
Chorus
Sunnudag 22. oktober
25 ár eftir kreppuna (3:3)
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. oktober
Andaktin
Sunnudag 22. oktober
Norðurevropiski meistaraskapurin
Mikudag 18. oktober
Hetjur í hæddunum