Lutakast um 22 grundstykki á Hamrabøi í Kollafirði

Lutakast um 22 grundstykki á Hamrabøi í Kollafirði
Býráðið í Havn samtykt at kasta lut um grundstykki
Grundstykkini á Hamrabøi í Kollafirði verða nú seld.
 
08.09.2017 - 07:40

Tórshavnar býráð samtykti einmælt í gjárkvøldið at selja grundtykkini á Hamrabøi í Kollafirði eftir leistinum, sum umsitingin mælti til.

Fyrst verða øll 22 stykkini boðin teimum 11 á bíðilistanum, sum vilja keypa á Hamrabøi, við lutakasti eftir teirri mannagongd, sum hevur verið brúkt higartil. 

Tey grundstykki, sum ikki verða tikin í lutakastinum, fara víðari til almenna lutakastið, sum øll kunnu vera við í.

Tórshavnar kommuna kann selja grundstykkini á Hamrabøi fyri minni enn tað, sum tey kostaðu komunununi at útvega.

Tað avgjørdi Kommunala eftirlitið í summar, eftir at minnilutin í býráðnum kærdi meirilutan fyri at selja grundstykkini fyri undirprís.

Minnilutin segði, at við avgerðini hjá meirilutanum skulu onnur fólk í kommununi rinda fyri at nøkur fáa bílig grundstykki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010