Útlendingur missir koyrikortið

08.09.2017 - 11:59
AktueltSamfelag
Útlendingur missir koyrikortið
Ein útlendingur, - amerikanari, sum er í Føroyum, er dømdur at missa koyrikortið og at rinda 4000 krónur í bót
Mynd: Savnsmynd  
 
 

Tað var í gjárkvøldið, at løgreglan fekk fráboðan um, at ein bilur var farin út av vegnum í Kirkjubø. 

Løgreglan fór á staðið, og tað vísti seg, at ein amerikanari koyrdi bilin. Hann greiddi frá, at hann skuldi halda av fyri einum mótkoyrandi bili, men endaði við at fara útav vegnum. 

Ein bilførari varnaðist bilin, sum stóð viðsíðuna av vegnum, - bara  1 hjól var uppi á vegnum. 

Løgreglan kundi staðfesta, at maðurin var áviraður av rúsdrekka, og tí varð blóðroynd tikin av honum. Hon vísti, at hann hevði 0,98 promillu í blóðinum. 

Tá talan er um útlending, verður málið avgjørt beinanvegin, sigur Hallgrím Hansen, vaktleiðari á politistøðini í Havn. 

Maðurin hevur játtað seg sekan, og vil rinda sektina, sum er 4.000 krónur.

Hann missir eisini koyrikortið, - men tað vil siga, at hann missir loyvi at koyra bil í Føroyum og aðrastaðni í danska kongaríkinum. Aðrastaðni í verðini kann hann framvegis koyra bil.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. oktober
3-2
Sunnudag 15. oktober
Andaktin
Sunnudag 15. oktober
Møti úr Frelsunarherinum
Hósdag 12. oktober
Kendir føroyingar: Kjølbro
Mánadag 9. oktober
3-2