Skála tók øll á bóli

Skála tók øll á bóli
Við 4-3 sigri á NSÍ stóð Skála fyri mest óvæntaða úrslitinum í dag. Her eru úrslitini úr 21. umfari.
 
10.09.2017 - 17:07

Øll heimaliðini vóru favorittar undan dagsins umfari, men við Løkin vildi Skála tað øðrvísi. Steypavinnararnir komu annars væl frá byrjan í málríka dystinum, og NSÍ var eisini á odda 3-2 í hálvleikinum.

Men við tveimum málum í seinna hálvleiki tryggjaði Michal Przybylski Skála sigurin, sum samstundis merkir, at teir hava fingið EB/Streym aftur á stigatalvuni.

Í Sarpugerði byrjaði 07 Vestur væl, tá Pål Fjelde legði teir á odda eftir sjey minuttir. Víkingur var spælstýrandi og hevði nógvar atsóknir gjøgnum restina av dystinum, men leiðslan hjá gestunum helt sær heilt til langt inn í seinna hálvleik.

Men tá Víkingur eftir 68 spældar minuttir vendi gongdini, vóru teir ikki til at steðga aftur. Við trimum skjótum málum tryggjaðu teir sær øll trý stigini á heimavølli, og sostatt varðveita teir eisini munin á stigaltavuni niður til KÍ.

Í Klaksvík var eingin slingur í valsinum hjá KÍ, sum vann sannførandi 4-0 á ÍF. Við trimum málum gjørdist Jóannes Bjartalíð dagsins maður hjá klaksvíkingum, og harumframt slapp Albert Adu eisini á máltalvuna. 

Í Gundadali sá leingi út til, at B36 og EB/Streymur skuldu fáa eitt stig í part burturúr málleysum javnleiki, men bert fá sekund fyri leiklok skoraði Meinhard Olsen forloysandi málið, sum gav B36 sigurin og harvið eisini triðja plássið í deildini. 

 

Úrslitini í 21. umfari: 

NSÍ - Skála 3-4

1-0 Klæmint Olsen 3'

1-1 Brian Jacobsen 7'

2-1 Jens Joensen 17'

3-1 Einar Tróndargjógv 25'

3-2 Mamuka 34'

3-3 Michal Przybylski 62'

3-4 Michal Przybylski 65'

 

Víkingur - 07 Vestur 3-1

0-1 Pål Fjelde 7'

1-1 Gunnar Vatnhamar 68'

2-1 Adeshina Lawal 74'

3-1 Sølvi Vatnhamar 78'

 

KÍ - ÍF 4-0

1-0 Jóannes Bjartalíð 20'

2-0 Jóannes Bjartalíð 42'

3-0 Albert Adu  55'

4-0 Jóannes Bjartalíð 80'

 

B36 - EB/Str 1-0

1-0 Meinhard Olsen 93'

 

Støðan í Effo-deildini

1 Víkingur 45
2 40
3 B36 38
4 NSÍ 36
5 HB 30
6 TB/FCS/Royn 24
7 Skála 23
8 EB/Streymur 23
9 07 Vestur 16
10 ÍF 9

 

22. umfar

B36 - TB/FCS/Royn

Víkingur - KÍ

EB/Streymur - 07 Vestur

NSÍ - HB

Skála - ÍF

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819