Skeivar upplýsingar kosta stuðulin til miðlar

Skeivar upplýsingar kosta stuðulin til miðlar
Kunngerðin um Miðlastuðulsnevndina er á veg. Uppskotið er sent til hoyringar
Miðlastuðulsnevndin og landsstýriskvinnan í mentamálum, sum tó ikki setti nevndina, tí hon metti seg vera ógegnia. Løgmansskrivstovan setti hana.
 
12.09.2017 - 07:44

Miðlar, sum fáa pengar eftir lógini um miðlastuðul, kunnu verða kravdir at gjalda pengarnar aftur, um miðilin í sambandi við umsókn sína hevur givið nevndini skeivar ella villleiðandi upplýsingar ella tagt burtur týðandi upplýsingar ella ikki lýkur treytirnar fyri stuðli annars. 

Miðlastuðulsnevndin kann í slíkum samband eisini áseta herðandi treytir fyri miðlastuðli til miðilin, so sum at krevja skjalprógv, frágreiðingar og annað, um tað er neyðugt fyri at fyribyrgja fleiri brotum. 

Hetta stendur millum annað í uppskotinum hjá Mentamálaráðnum um kunngerð um Miðlastuðulsnevndina. Uppskotið er sent til hoyringar. Hoyringarfreistin er 21.september.

Nevndin er vald

Lógin um stuðul til privatar miðlar varð lýst 31.mars í ár.

Miðlastuðulsnevndin varð vald fyrst í august. Í henni eru Magnus Dam, formaður, Beate L. Samuelsen og Bergur D. Hansen.

Miðlastuðulin í ár er tvær milliónir krónur.

Ársfrágreiðingin hjá nevndini verður almenn.

Men nevndin, sakkøn og skrivari hava tagnarskyldu um øll viðurskifti hjá nevndini sambært vanligu reglunum í fyrisitingarlógini og revsilógini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584