YVIRLIT: Broytingar í fiskivinnuuppskotinum

bannari
YVIRLIT: Broytingar í fiskivinnuuppskotinum
Yvirlit yvir høvuðsmunirnar í lógaruppskotinum, sum nú er lagt fyri tingið, samanborið við uppskotið, ið datt burtur, tá tingið fór í summarfrí
 
15.09.2017 - 11:57

Fyrsta lógaruppskotið til lóg um fyristinging av sjófeingi (fiskivinnunýskipanin) varð lagt fyri tingið 22. mai 2017. Lógaruppskotið fór síðani í Vinnunevndina, sum legði álit fram 3. juli 2017.

Hetta lógaruppskotið datt tó burtur, tá løgtingið fór í summarfrí.

Men í gjár varð eitt nýtt lógaruppskot um fyrisiting av sjófeingi lagt fyri løgtingið.

Niðanfyri ber til at síggja høvuðsmunirnar millum lógaruppskotini.
 

Fiskidagaskipan

Gamla lógaruppskotið:

Í gamla lógaruppskotinum varð ásett, at fara til eina kvotuskipan fyri heimaflotan longu frá 2018.

Fiskidagaskipanin skuldi tó varðveitast fyri útróður - tvs skipabólkar 4 og 5. 

 

Nýggja lógaruppskotið:

Í nýggja lógaruppsktinum er hetta tó broytt, soleiðis, at kvotaskipanin ikki kemur í gildi fyrr enn í 2019.

Ásett er í nýggja lógaruppskotinum, at allur heimaflotin skal virkar undir fiskidagaskipanini næsta ár, og at fiskidagar verða ásettir fyri alt 2018 til ymsu veiðibólkarnar.

Fiskidagaskipan verður varðveitt fyri útróður - tvs. skipabólkar 4 og 5. 

Skotið verður somuleiðis upp, at fara til kvotuskipan fyri fiskiskap eftir botnfiski í føroyskum sjógvi fyri línu- og trolfiskiskap frá 2019. 

 

FAKTA: HVAT ERU FISKIDAGAR OG KVOTUR?

Fiskidagar: Føroyar hava havt eina fiskidagaskipan síðan 1. januar 1997. Undir skipanini fær eitt skip tillutað eitt ávíst tal av fiskidøgum fyri fiskiárið. Ein fiskidagur er ein dagur, har skipið er í fiskiskapi. Skipið kann fiska óavmarkaða nøgd og ymisk sløg av fiski. Tíðarkarmurin er einasta avmarkingin.

Fiskidagar kunnu hava ymiska longd, alt eftir reiðskapinum, skipaslagnum og hvar fiskað verður. Til dømis kunnu tríggir vanligir dagar telja sum ein fiskidagur, um fiskað verður langt frá landi.

Kvotur: Føroyski heimaflotin virkaði eftir eini kvotaskipan frá 1994 til 1996. Ein kvota er ein avmarking, sum gevur skipum loyvi at fiska eitt ávíst tal av tonsum.

Avmarkingin er fyri hvørt fiskaslag. Vinnan heldur sum heild, at kvotaskipanin er stirvin, tí hon ikki leggur upp fyri blandingsfiskiskapi. Tað vil siga, tá ið nógv ymisk fiskasløg eru í trolinum.

 

Ásetingar um útlendskan ognarlut

Gamla lógaruppskotið:

4-ára skiftistíð; ein fýra-ára skipan varð ásett fyri útlendskan ognarskap at minkast burtur.

 

Nýggja lógaruppskotið:
6-ára skiftistíð; ein seks-ára skipan verður ásett fyri útlendskan ognarskap at minkast burtur. Tað merkir, at um 6 ár skal eingin útlendskur ognarskapur vera í føroysku fiskivinninuni. 

Tað merkir, at feløg og einstaklingar, ið hava rættindi at fiska skulu vera búsitandi og fult skattskyldug í Føroyum.

Og at øll skip, ið fiska av føroyskum veiðirættindum, skulu verða skrásett í føroysku skipaskrásetingini og lúka treytirnar um føroyskan ognarskap.

Í mun til Hoyvíkssáttmálan verða linari treytir tó settar til skiftistíðina, soleiðis at møguligt verður at samráðast um broytingar í sáttmálanum. Feløg, ið virka undir Hoyvíkssáttmálanum, fáa sostatt eina skitistíð uppá 7 ár. Tað merkir, at íslendskar fyritøkur ella persónar, ið føroysku fiskivinnuni, hava aðrar treytir enn aðrir útlendingar í føroysku fiskivinnuni. 

 

FAKTA: HVAT ER EITT VEIÐILOYVI?

Áðrenn eitt skip sleppur at fiska, skal tað hava veiðiloyvi. Undir verandi skipan kann veiðiloyvi fáast við at søkja um tað hjá Fiskimálaráðnum.

Eitt veiðiloyvi er tengt at einum ávísum skipi, og loyvini eru umsetilig, sum merkir, at tað ber til, hjá einum reiðaríi at keypa skip við veiðiloyvi frá øðrum reiðaríi. Eitt skip við veiðiloyvi hevur nógv størri virði, enn eitt skip uttan veiðiloyvi. Undir verandi skipan høvdu loyvini uppsagnarfreist á 10 ár til tey vóru uppsøgd í 2007.

Ein høvuðsorsøk til at loyvini vóru uppsøgd, var, at ávís reiðarí, sum høvdu fingið veiðiloyvi ókeypis frá landinum, høvdu selt skip (við loyvi) víðari við stórum vinningi.

 

Skipanin við útbjóðing av veiðirættindum (§ 15)

Gamla lógaruppskotið:

Í gamla lógaruppskotinum vórðu ongin tonsatøl ásett í paragraf 15 í lógini.

Ásett varð einans at bjóða 25 % av heildarkvotuni av ymsum fiskasløgunum út sum sølukvota, og at tann nøgdin, sum fór upp um heildarkvotuna í 2018, skuldi vera boðin út á uppboði sum uppboðsárskvota.

 

Nýggja lógaruppskotið:

Vinnunevndin mælti í sínum áliti til at áseta tonsatøl inn í paragraff 15 fyri 2018, so til bar at fáa eit yvirlit yvir, umleið hvussu nógv kann fiskast, og hvussu nógv skal seljast á uppboðssølu.  

Í nýggja lógaruppskotinum eru tí tonsatøl ásett í paragraf 15. 

Ásett er at; 25 % av heildarkvotuni verður bjóðað út sum sølukvota, um heildarkvotan er lægri ella ájavnt niðanfyristandandi nøgdir:

1) 350.000 tons av svartkjafti.
2) 100.000 tons av makreli.
3) 70.000 tons av norðhavssild.
4) 30.000 tons av botnfiski í Barentshavinum.
5) 3.100 tons av toski á Flemish Cap.
6) 1.900 tons av botnfiski í Eysturgrønlandi.

Er heildarkvotan størri enn víst omanfyri verður nøgdin, sum fer uppum, boðin út á uppboði sum uppboðsárskvota.

Heildarkvoturnar verða vanliga ásettar eftir samráðingunum millum strandalondini. 

 

FAKTA: HVAT ER HEILDARKVOTA, SØLUKVOTA OG UPPBOÐSÁRSKVOTA

Heildarkvota: Heildarkvotan er tann nøgd av livandi sjófeingi (fiski), í tonsum, sum persónur ella felag, hevur rættindi at veiða av í kvotuskipan í einum fiskiári. Kvotubýtið við onnur lond og kvota, ið er sett av til hjáveiðu, rannsóknir, royndarfiskiskap og menningarætlanir, verða ikki roknaðar upp í heildarkvotu.

Sølukvota: Nøgd av heildarkvotu, sum er boðin út á uppboði. Sølukvota verður latin keypara sum stutttíðar rættindi fyri eitt fiskiár í senn, miðallong rættindi fyri trý fiskiár í senn ella langtíðar rættindi fyri átta fiskiár í senn. Rættindi, latin sum sølukvota, verða altíð boðin út aftur árið eftir, at tey ganga út.

Uppboðsárskvota: Nøgd av heildarkvotu, ið verður boðin út, men ikki er sølukvota. Uppboðsárskvota verður latin sum stutttíðar rættindi fyri eitt fiskiár í senn.

 

Antitrust

Gamla lógaruppskotið:

17,5 % var markið fyri miðsavnan av samlaðu fiskirættindunum. 

20 % vóru mørkini fyri einstøku fiskiskapirnar. 

 

Nýggja lógaruppskotið:

17,5 % er framvegis markið fyri, hvussu stóran part av samlaðu fiskirættindunum ein persónur ella ein fyritøka kann hava ræði á. 

35 % er markið fyri, hvussu stóran part av rættindunum at fiska tey ymsu fiskasløgunum ein persónur ella ein fyritøka kann hava ræði á.

Í fiskidagaskipanini eru somu mørk sum áður.

Reglurnar eru ikki aftureftirvirkandi og ikki galdandi fyri útboðin 1 –ára rættindi.

 

FAKTA: HVAT ER ANTITRUST?

Anti trust reglur skulu forða fyri, at einstøk reiðarí fáa ræði á so nógvum veiðirættindum, at tað gongur út yvir kappingina á marknaðinum ella at vinnan kann ávirka politisku skipanina.

 

Menningarkvotur

Gamla lógaruppskotið:

5%: Heimildin til menningarkvotur av føroyskum fiskirættindum var sett til 5 %.

 

Nýggja lógaruppskotið:
7 %: Heimildin til menningarkvotur av føroyskum fiskirættindum er sett til 7 %.

 

Manningarviðurskifti

Gamla lógaruppskotið:

Í gamla lógaruppskotinum stóð, at skipari og manning á fiskifari undir føroyskum flaggi, sum fiskar av føroyskum veiðirættindum, skulu lønast samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg.

 

Nýggja lógaruppskotið:

I nýggja lógaruppskotinum stendur, eins og í tí gamla uppskotinum, at skipari og manning á fiskifari undir føroyskum flaggi, sum fiskar av føroyskum veiðirættindum, skulu lønast samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg.

Men í nýggju lógini er lagt aftrat, at landsstýrismaðurin kann áseta nærri treytir um, at skipari og manning á fiskifari undir føroyskum flaggi, sum fiskar av føroyskum veiðirættindum, og manning á móttøkuskipi undir føroyskum flaggi, sum tekur ímóti fiski, skulu hava arbeiðsloyvi og uppihaldsloyvi í Føroyum. Hetta stóð ikki í gomlu lógini.

 

Uppboðssøla av veiddum fiski

Gamla lógaruppskotið

Í minsta lagi 20% av allari veiðu hjá føroyskum fiskifari, roknað fyri fiskaslag, skal bjóðast út um góðkenda uppboðssølu í Føroyum.

 

Nýggja lógaruppskotið

Í minsta lagi 25% av allari veiðu hjá føroyskum fiskifari skulu bjóðast út um góðkenda uppboðssølu í Føroyum. Í nýggja lógaruppskotinum er lagt aftrat, at rættindum keypt á uppboðssølu, sambært paragraf 14-18 eru undantikin hesi treyt. Ein onnur broyting viðvíkjandi uppboðssøluni av veiddum fiski er, at tað nú stendur, at landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvørji fiskasløg ella fiskaúrdráttir, eru fevnd av kravinum sambært stk. 1. Í gamla lógaruppskotinum stóð, at landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvørji fiskasløg ella fiskaúrdráttir eru undantikin kravinum um at bjóða út á uppboðssølu.

 

Tillagingar

Fiskimálaráðið skrivar á heimasíðuni, at hartil eru ymsar nágreiningar gjørdar – eitt nú í mun til krøv um um arbeiðs- og uppihaldsloyvi hjá manningum, útbjóðing av veiddum fiski og kvotuskipan fyri heimaflotan frá 2019.

 

Les meria

Les nýggja lógaruppskotið her

Les gamla lógaruppskotið her

Les álitið frá vinnunevndini, juli 2017 her

Les kunning frá Fiskimálararáðnum um nýggja lógaruppskotið her

Les kunning frá Fiskimálaráðnum um gamla lógaruppskotið her

Uppskotið um fiskivinnunýskipan kemur til fyrstu viðgerð í tinginum týsdagin 19. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691