Frídømingin fyri eldáseting í Havn er endalig

Frídømingin fyri eldáseting í Havn er endalig
Ákæruvaldið fer ikki í Landsrættin við dóminum hjá Føroya rætti
Eldurin, sum gjørdi av við AA húsið við Tinghúsvegin í Havn, fer ikki í Landsrættin
 
15.09.2017 - 09:21

Fútin fer ikki í Landsrættin við dóminum um eldásetingina við Tinghúsvegin í fjør summar.

Føroya rættur frídømdi tveir menn, teir eru 30 og 27 ára gamlir, fyri at seta eld á AA-húsið við Tinghúsvegin.

Sannlíkt er, at eldurin varð ásettur.

Politiið tók næstan alt fyri eitt tveir menn, sum vórðu skuldsettir fyri eldásetingina og seinni ákærdir.

Teir vóru so í Føroya rætti fyri skjótt trimum vikum síðani.  

Føroya rættur frídømdi teir,

Teir sluppu tí eisini undan endurgjaldskravinum, sum er slakar 1,7 mío. kr.

Martin Gravesen, varafúti, sigur, at ákærduvaldið góðtekur dómin hjá Føroya rætti og fer tí ikki í Landsrættin at royna málið har.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858