Pengarnir til at basa ridluskriðanum eru býttir

Pengarnir til at basa ridluskriðanum eru býttir
Minni helvtin verður brukt til kanningar í Fugloynni. Tann størra til blóðroyndir av hagaseyði
Blóðroyndir skulu takast av seyði, sum gongur í haganum í Streymoynni og Eysturoynni.
 
17.09.2017 - 14:26

Nú er avgjørt, hvussu tær 600.000 kr., sum eru í fíggjarlógini í ár til átøk at basa ridluskriða og at gera fleiri blóðroyndir og kanningar av aliseyði, skulu brúkast. 

250.000 kr. verða brúktar til at kanna ridluskriðan í Fugloynni.

Og 350.000 kr. verða brúktar til ílegukanningar, blóðroyndir, um mótstøðuførið móti ridluskriða í útbroti í Streymoynni, Eysturoynni og Fugloynni.

Tað siga Búnaðarstovan, Landsdjóralækin og Heilsufrøðiliga starvsstovan í felags fráboðan.

Tey siga, at Fiskimálaráðið hevur góðtikið hesa ætlan.

Í trimum oyggjum

Ridluskriði er deyðilig seyðasjúka, sum er funnin í tíggju høgum í Streymoynni, einum haga í Eysturoynni, í allari Fugloynni, á nøkrum trøðum í Havn og á einari trøð í Streymnesi. 

Raðfestingin av stuðlinum, 350.000 kr., til ílegukanningar í ár er tann, at hagar, har ridluskriði er, fáa rindað fyri tríggjar ferðir ásetta talið av brundseyði í haganum. Allir hagarnir í Fugloynni eru við her. 

Ein brundur fyri 33 áseyðir

Grannahagar til haga, har ridluskriði er staðfestur, fáa rindað fyri tvær ferðir ásetta talið av brundseyði í haganum, og tað sama fáa hagar í teimum markatalsbygdum, har ridluskriði er staðfestur. 

Harumframt fáa allir aðrir hagar í Streymoynni og Eysturoynni rindað fyri ásetta talið av brundseyði í haganum.

Búnaðarstovan ger ásetta talið av brundseyði í hvørjum haga upp eftir einum leisti, sum er almenna áseyðatalið í haganum býtt við 33. Tað er, um til dømis almenna áseyðatalið er 160, verða roknaðir fimm brundar.

Traðarseyður fær ongan stuðul til blóðroyndir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584