Atkvøða um eykajáttan til kanningarstjóra

Atkvøða um eykajáttan til kanningarstjóra
Øll fíggjarnevndin uttan Pauli Trond Petersen tekur undir við umbønini frá Pálli á Reynatúgvu, løgtingsformanni, um eina millión til kanningarstjóra
Kristina Samuelsen, advokatur, skal kanna Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen í einum máli um at flyta veiðiloyvi
 
18.09.2017 - 15:35

Løgtingið fer í morgin at atkvøðuna um umbønina frá Pálli á Reynatúgvu, løgtingsformanni, um eina millión krónur í eykajáttan til kanningarstjóra at kanna Høgna Hoydal, landsstýrismann, og Aksel V. Johannesen, løgmann.

Málið hevur verið í fíggjarnevndini, og øll umboðini í nevndini uttan Pauli Trond Petersen í Tjóðveldi taka undir við uppskotinum.

Longu tá málið var til fyrstu viðgerð í tinginum 16. august, boðaði Pauli Trond Petersen frá, at hann tók ikki undir við uppskotinum.

Páll á Reynatúgvu hevur sett Kristinu Samuelsen, advokat, at kanna leiklutin hjá Høgna Hoydal í málinum at flyta veiðiloyvi og leiklutin hjá løgmanni, sum hevur eftirlit við landsstýrisfólkunum.

Løgtingsformaðurin sigur í viðmerkingunum til umbønina, at tað er ikki greitt, hvussu nógv kanningin fer at kosta, men mett verður, at upphæddin, sum biðið verður um, røkkur til tann partin av kanningini, sum verður gjørdur í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819