Hesar byrja móti Íslandi

Hesar byrja móti Íslandi
Landsliðsvenjarin hevur hevur stillað liðið til dystin móti Íslandi
 
18.09.2017 - 18:07

Í kvøld klokkan 19.15 spæla Ísland og Føroyar HM-undankappingardyst í Reykjavík.

Venjarin, Pætur Clementsen hevur gjørt av, at hesar ellivu byrja inni

Anna S. Hansen Málverji
Birna Mikkelsen Verja
Lív Arge Verja
Birita Nielsen Verja
Maria Thomsen Verja
Olga Kristina Hansen Miðvøllur
Ásla Johannesen Miðvøllur
Rannvá Andreasen Miðvøllur
Ansy Sevdal Miðvøllur
Eyðvør Klakstein Miðvøllur
Heidi Sevdal Álop

Góður hugburður í hópinum

Føroyar fingu av at vita í fyrsta dystinum, sum var ímóti Kekkia á Tórsvølli. Føroyar taptu 0-8.

Venjarin sigur, at spælararnir tó eru við gott mót til dystin móti Íslandi, sum verður mett at vera sterkari landslið enn Kekkia.

- At fáa ein slíkan umgang, sum vit fingu ímóti Kekkia, er ikki sum at siga tað, men eg má alíkavæl siga, at eg havi stórt rós at bera okkara spælarum fyri hugburðin seinastu dagarnar, sigur Pætur Clementsen.
 
- Í fyrireikingunum hava vit sjálvandi hugt eitt sindur at íslendska liðnum, men vit hava brúkt mest tíð uppá okkum sjálvi og hvussu okkara avrik kann betrast.

- Tað er trupult at siga, hvat eitt gott úrslit er, men tað er umráðandi, at vit hava eina góða kenslu um okkara egna avrik aftaná dystin, sigur venjarin.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851