12 vilja verða stjóri á Landssjúkrahúsinum

12 vilja verða stjóri á Landssjúkrahúsinum
12 umsóknir eru til stjórastarvið á Landssjúkrahúsinum.
 
19.09.2017 - 09:48

12 vilja verða stjóri á Landssjúkrahúsinum. Umsóknarfreistin var á miðnátt í gjár.

Heilsumálaráðið upplýsur, at tey hava fingið 12 umsóknir, og at bæði menn og kvinnur hava søkt. Heilsumálaráðið vil tó ikki siga, hvussu nógvar kvinnur og menn hava søkt.

Nýggi stjórin skal setast sum skjótast, ella í seinasta lagi fyrsta januar 2018, sæst í starvslýsingini.

Stjórin á Landssjúkrahúsinum skal eisini vera forstjóri í føroyska heilsuverkinum, tá nýggi bygnaðurin kemur í gildi á nýggjárinum.

Í løtuni røkir Ronnie Midjord stjórastarvið á Landssjúkrahúsinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851