Kanna Scandinavian Star av nýggjum

Kanna Scandinavian Star av nýggjum
Danski Eindarlistin heldur, at nýggjar upplýsingar eru komnar fram, tí eigararnir tvífaldaðu tryggingarvirðið stutt undan eldinum
 
19.09.2017 - 08:37

Danski Eindarlitsin vil hava myndugleikarnar at kanna málið um ferjuna, Scandinavian Star, einaferð aftrat. 159 fólk doyðu umborð á Svandinavian Star í apríl í 1990, tá eldur kom í skipið, sum var á veg úr Oslo til Frederikshavn. Flokkurin vil hava løgmálaráðharran, Søren Pape, at greiða frá, hvat stjórnin ætlar at gera við ognar og tryggingarviðurskiftini hjá skipinum. Tað hendir eftir, at Politiken hevur avdúkað, at felagið sum átti skipið, fekk tryggingarupphæddina tvífaldaða, uttan at tryggingarfelagið kannaði, um skipið var so nógv vert. Sambært Politiken, bóðu eigararnir tryggingarfelagið um at hækka tryggingina upp í 24 milliónir dollarar, sum var tvær ferðir meir enn tryggingarupphæddin sum skipið varð tryggjað fyri í einum øðrum felag. Og tryggingarfelagið, Fjerde Sø, hækkaði upphæddina, uttan at kanna, hvussu nógv skipið var vert. Blaðið skrivar, at maðurin sum stóð fyri at tryggja skipið, hevur sagt norsku løgregluni, at hann ikki kannaði skipið, tí hann metti, at felagið sum átti skipið, kendi betri til virðið á skipinum. Norsku myndugleikarnir settu í 2014 nýggja kanning í verk av hendingini við Scandinavian Star, men arbeiðið steðgaði í 2016, tí einki nýtt kom fram í málinum. Ætlanin var annars, at kanningin skuldi fáa greiðu á, hví fleiri eldar vóru umborð á skipinum, og um talan var um tryggingarsvik. Tað sum maðurin, ið tryggjaði skipið, segði norsku løgregluni, sást ikki aftur í frágreiðingini sum norska løgreglan gjørdi í 2016, tá málið varð slept.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585