FNU vil hava økið vesturi á Víkum friðað

FNU vil hava økið vesturi á Víkum friðað
Mælt verður til at friða alt økið, frá Fjallavatni til Barðið
 
20.09.2017 - 10:37

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag hevur heitt á friðingarnevndina fyri Vága sýslu um at friða økið vesturi á Víkum í Vágum.

Mælt verður til at friða alt økið, frá Fjallavatni til Barðið.

FNU sigur, at hetta er ein náttúruperla, sum er nærum órørd av mannahondum.

Verður alivirksemi vesturi á Víkum, fer tað at gera stóran skaða á náttúru- og mentanarvirði í økinum, sigur FNU.

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag sigur, at umhvørvisliga støðan  á havbotninum vesturi á Víkum er góð.

Sandurin reinur

Kanningar av zinki, kopari og lívrunnum evni vísa, at botnurin er ikki ávirkaður, og at sandurin er reinur. 

Laksaaling hoyrir ikki heima í tílíkari náttúruperlu, sigur FNU.

Tøðevni, heilivágur og sóttreinsingarevni verða latin út, og tey fara at ávirka lívfrøðina í økinum, sigur Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag í áheitanini á friðingarnevndina fyri Vága sýslu um friða økið vesturi á Víkum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887