Hava útflutt laks fyri 2,4 milliardir í ár

Hava útflutt laks fyri 2,4 milliardir í ár
Fiskaútflutningurin fyrstu sjey mánaðirnar var tilsamans góðar fýra milliardir kr.
 
20.09.2017 - 06:27

Laksaútflutningurin fyrstu sjey mánaðirnar í ár vaks 394 milliónir krónur, upp í tvær milliardir og 366 milliónir.

Vøksturin er 20 prosent samanborið við somu tíð í fjør.

Útflutningurin av makreli, sild og svartkjafti var 767 milliónir krónur, ella 142 milliónir størri enn somu tíð í fjør. 

Vøksturin er 23 prosent.

Størsti vøksturin í fiskaútflutninginum frá januar til juli var aldur laksur, makrelur og sild, upplýsir Hagstovan. 

97 prosent fiskur

97 prosent av øllum útflutninginum var fiskavørur, og tilsamans útfluttu vit fisk fyri fýra milliardir og 116 milliónir kr. 

Tað eru 613 milliónir meira enn í tíðarskeiðnum januar til juli í fjør.

Vøksturin er 15 prosent.

Men samlaðu nøgdirnar hava verið minni í ár enn í fjør, 248.000 tons, og tað eru 43.000 tons minni enn somu tíð í fjør. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585