Jarðskjálvti í Meksiko kravt 149 mannalív

Jarðskjálvti í Meksiko kravt 149 mannalív
Skjálvtin var sjálvan ársdagin fyri jarðskjálvtan í 1985, sum kravdi í minsta lagi 10.000 mannalív
Mynd: ABC News  
 
20.09.2017 - 06:22

Í minsta lagi 149 fólk eru deyð av jarðskjálvtanum, sum rakti Meksiko í gjárkvøldið, okkara tíð.

Teirra millum eru 20 børn, sum vóru í skúla, tá bygningurin rapaði.

Tað upplýsa myndugleikarnir fyri Reuters.

Jarðskjálvtin varð máldur til 7,1.

Myndugleikarnir í Meksiko býi siga, at har hava í minsta lagi 49 fólk hava latið lív.

Nógv bygningar eru rapaðir, ella hava fingið stóran skaða, í stórbýnum.

Í minsta lagi 55 fólk eru deyð í landspartinum Morelos sunnan fyri Meksiko bý.

Nógv fólk hava eisini latið lív í landspørtunum Meksiko og Puebla, sum eru nærindis økinum, har jarðskjálvtamiðdepilin var.

Fyri minni enn 14 døgum síðani var ein harður jarðskjálvti í Meksiko. Hann kravdi 98 mannalív. 

Í gjár vóru liðin 32 ár síðani stóra jarðskjálvtan í Meksiko 19. september í 1985, sum kravdi í minsta lagi 10.000 mannalív.

Jarðskjálvtin í gjárkvøldið var beint, sum skipað varð fyri einari landsumfatandi venjing, hvussu fólk skulu bera seg at, tá jarðskjálvti er. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851