Spenningur í toppi og botni

Spenningur í toppi og botni
Umfarið í kvøld kann fáa stóran týdning fyri fleiri feløg í Effodeildini
 
20.09.2017 - 13:04

Tað eru týdningarmiklir dystir millum oddalið og botnlið í 23 umfari, sum verður spælt í kvøld.

Í Gøtu tekur oddaliðið, Víkingur, ímóti nummar tvey, KÍ.

Fimm stig eru á muni. Vinnur Víkingur verður sera torført hjá nøkrum øðrum felagi at fáa teir aftur.

Vinnur KÍ hinvegin dystin, eru teir bara tvey stig fra fyrsta plássinum.

Innanhýsis dystir millum Víking og KÍ í ár

23.04 Víkingur-KÍ 2-2
11.08 KÍ-Víkingur 1-1

Um KÍ framhaldandi skal hava vón um at vinna føroyameistaraheitið, er ein sigur í kvøld mest sum eitt krav.

07 Vestur spælir fyri lívinum

Við Margáir tekur EB/Streymur ímóti 07 Vestur. Dysturin hevur stóran týdning fyri niðurflytingarstríðið.

07 Vestur er í løtuni á níggjunda plássi við 19 stigum, meðan EB/Streymur og Skála eru á ávikavist áttanda og sjeynda plássi. Bæði hava 23 stig.

07 Vestur hevur ikki ráð at tapa dystin í kvøld, tí tað hevur við sær, at teir so eru sjey stig aftanfyri EB/Streym. 

Tað er eisini hugsandi, at Skála vinnur í kvøld, tí teir hava botnliðið, ÍF, á heimavølli.

Innanhýsis dystir millum EB/Streym og 07 Vestur í ár:

23.04 EB/Str-07 Vestur 0-2
12.08 07 Vestur-EB/Str 2-2

Í farna umfari vann 07 Vestur 5-0 á Skála. Teir fáa brúk fyri einum líknandi avriki í kvøld.

Beinleiðis stroyming

Tú kanst síggja oddadystin millum Víking og KÍ beinleiðis. Kringvarpið stroymir dystin á hesum leinki

Dysturin byrjar klokkan 17.30. Suni Merkistein er frásøgufólk.

Dystirnir í dag

B36-TB/FCS/Royn 18.00
Víkingur-KÍ 17.30
EB/Streymur-07 Vestur 18.00
NSÍ-HB 18.00
Skála-ÍF 18.30

Støðan

1.Víkingur 48
2.KÍ 43
3.B36 41
4.NSÍ 37
5.HB 33
6.TB/FCS/Royn 25
7.Skála 23
8.EB/Streymur 23
9.07 Vestur 19
10.ÍF 9

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584