Reglurnar um útjavningarstuðul skulu endurskoðast

Reglurnar um útjavningarstuðul skulu endurskoðast
Stuðulin er ein millión krónur, men Samferðslumálaráðið hevur biðið um eina hálva millión í eykajáttan
Henrik Old, landsstýrismaður, hevur svarað Jónleifi Johannesen, tingmanni, um útjavningarstuðul
 
21.09.2017 - 17:23

Fyri at sleppa undan, at tey, sum hava adressu á útoyggj, men í roynd og veru búgva aðrastaðni, fáa part av útjavningarstuðlinum, verður neyðugt at endurskoða reglugerðina, soleiðis at kommunur gera eitt yvirlit yvir, hvør veruliga býr í oynni.

Á tann hátt kann játtanin til útjavningarstuðul røkka longur.

Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður, í svari til Jónleif Johannesen í Javnaðarflokkinum, sum hevur spurt um málið.

Í løtuni er útjavningarstuðulin ein millión krónur, men Samferðslumálaráðið hevur biðið um hálva millión í eykajáttan í ár.

Útjavningarstuðulin verður brúktur til at javnviga kostnaðin, sum tað kostar meira at flyta búnaðarvørur og annan farm hjá teimum, sum búgva fast á útoyggj.

Røkkur stutt

Stuðulin røkkur mangan bara til eitt hálvt ár, sigur Henrik Old.

Strandferðslan, Posta og Atlantsflog umsita stuðulin.

Fyri at stuðulin skal røkka sum longst, sigla strandfaraskipini so fáar eykatúrar sum gjørligt.

Eitt nú flytur Ritan nærum allan farm til Svínoyar og Fugloyar, sum ikki vigar meira enn 800 kilo fyri hvørja vørusending ella kolli. Og Sildberin tekur allan farm til Skúvoyar, sum ikki vigar meira enn 800 kilo fyri hvørt kolli. 

Sama er galdandi til Mykines, har Strandferðslan flytur allan farmin summarhálvuna.

Tí er ikki neyðugt við eyka farmatúrum til hesar oyggjar.

Hestur, Nólsoy og Kalsoy hava bilferjusamband, og tí eru eingir eykatúrar til hesar oyggjar við t.d. rúgvismiklum byggitilfari, sigur Henrik Old í svarinum til Jónleif Johannesen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010