Álopin á skeinkistaði

Álopin á skeinkistaði
Ein maður noyddist á sjúkrahúsið tíðliga í morgun, eftir at hann varð álopin á skeinkistaði í Havn
 
24.09.2017 - 10:33

Klokkan hálvgum fimm í morgun fekk løgreglan boð um, at ein maður var álopin á einum skeinkistaði í Havn. 

Løgreglan var í býnum og kom á staðið fáar minuttir seinni, men tá var álopni maðurin einsamallur. Hann hevði fingið onkrar smærri løstir, so løgreglan koyrdi hann á sjúkrahúsið.

Um maðurin álopni maðurin ætlar víðari við málinum, hevur løgreglan hampiligar persónslýsingar av teimum báðum, sum lupu á mannin. Løgreglan hevur tó einki navn ella annað at fara víðari við.

Umframt hetta harðskapsmálið, hevur eitt annað verið í Havn og eitt í Suðuroy. 

Klokkan fýra fekk løgreglan boð um, at nakrir føroyingar og nakrir útlendingar vóru vorðnir ósamdir við eitt skeinkistaði í Havn, men løgreglan fekk tosað menninar til sættis.

Umleið klokkan hálvgum fýra í morgun ringdi ein maður til løgregluna. Hann greiddi frá, at hann hevði verið uppi at toppast við ein, hann kendi. Hann var ikki fullvísur í, um hann vildi melda, men leitaði sær vegleiðing og fór at taka støðu til tað í dag.

Annars hevur vikuskiftið verið stak friðarligt sambært løgregluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652