Aðalverkfall í Katalonia í dag

Aðalverkfall í Katalonia í dag
Aðalverkfallið fer helst at leggja stór øki í Katalonia lamin í sambandi við ósemjuna um fólkaatkvøðuna um loysing
Eisini FC Barcelona er í verkfalli í dag
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
03.10.2017 - 07:17

Fakfeløg og feløg hava boðað frá aðalverkfalli, sum aftursvar til álvarsligu brot á rættindi og frælsi, tá fólkaatkvøðan varð hildin sunnudagin. Tað skrivar BBC í morgun.

Spanska stjórnin í Madrid sigur, at fólkaatkvøðan er ólóglig. Kortini vóru meira enn 2,2 miljónir fólk á vali. 

Fingu løstir

Men hundraðtals fólk fingu løstir, tá løgreglan royndi at steðga fólkaatkvøðuni.

Nøkur løgreglufólk royndu at forða fólki í at atkvøða við at skjóta við gummikúlum og herja á valhøli og reka fólk á dyr. 33 løgreglufólk fingu løstir sunnudagin, siga katalanskir heilsumyndugleikar.

Aðalverkfallið í dag er aftursvar til harðskapin, og tað fer at raka almenna flutningskervið, skúlar og stovnar í allan dag.

Víðagitna fótbóltsliðið í Barcelona fer eisini í verkfall, hóast liðið eftir skránni ikki skal spæla nakran dyst í dag, - og tað fara lærdu háskúlarnir og søvnini fyri samtíðarlist í Katalonia eisini, skrivar BBC.

Madrid hóttir

Í meðan royna landsins politikarar at finna gongda leið fram. 

Katalonski forsetin, Carler Puig-demont, sigur, at hann vil hava størri viðurkenning frá stjórnina í Madrid. Men stjórnin við Mariano Rajoy, forsætisráðharra, á odda, hevur ávarað um, at sjálvsavgerðarrætturin, sum Katalonina hevur, kann verða tikin frá teimum aftur.

Katalonsk embætisfólk siga, at nærum 90 prosent av veljarunum tóku undir við loysing, men vallutøkan var lutfalsliga lág, 42 prosent, og tað ger støðuna hjá Carler Puig-demont veikari.

Tom Burridge, journalistur hjá BBC í Barcelona, sigur, at tá hugsað verður um ruðuleikan, sum valdaði undir fólkaatkvøðuni, eigur vallutøkan og atkvøðutalið at takast við fyrivarni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010