Landslæknin er nú settur

Landslæknin er nú settur
Nýggi landslæknin í Føroyum eitur Lars Fodgaard Møller. Hann er dani og tekur við 1.november.
Landslæknahúsini í Havn.
 
03.10.2017 - 08:11

 

Lars Fodgaard Møller tekur við eftir Henrik L. Hansen, sum hevur verið landslækni seinastu tvey árini.

Lars Fodgaard Møller tekur við tann 1.november.

Lars Fodgaard Møller er serlækni í samfelagsmedisini og hevur leingi arbeitt í danska heilsuverkinum og í øðrum londum.

Frá 1.oktober til 1.november er Anette Lykke Petri, skrivstovustjóri í Styrelsen for Patientsikkerhed, settur landslækni í Føroyum.

Fimm søktu

Henrik L. Hansen er farin til Grønlands at arbeiða.

Fimm umsóknir vóru til starvið sum landslækni í Føroyum.

Hetta varð aðru ferð, at roynt varð at fáa fólk í starvið.

Søkt varð fyrru ferð síðst í mars, og tá var umsóknarfreistin 23.apríl. Eingin søkti tá.

Landslæknin í Føroyum er danskt málsøki. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851