Leiðari settur fyri marghøllina í Vági

Leiðari settur fyri marghøllina í Vági
Jens Petur Brattalíð er settur í starv sum leiðari fyri marghøllina í Vági
Marghøllin í Vági verður eftir ætlan tikin í nýtslu seinni í ár
Mynd: facebooksíðan hjá marghøllini  
 
04.10.2017 - 17:21

Jens Petur Brattalíð hevur drúgvar royndir sum samskipari og fyriskipari, bæði í ítróttarhøpi og samferðslusamskipari á Strandfaraskipum Landsins, skrivar Vágs ítróttarráð.

Hann hevur eisini verið hallarleiðari í Vágs Høll, og royndir sum samskipari hjá bæði FC Suðuroy og TB. Fýra umsøkjarar vóru til starvið.

Í løtuni verður arbeitt við at reisa marghøllina, og seinni í ár verður hon tikin í nýtslu, skrivar Vágs ítróttarráð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652