Skeljastríð millum Føroya og Noregs

Skeljastríð millum Føroya og Noregs
Fiskimálaráðið biðið um at taka fiskiloyvi aftur, men tað vil tað ikki
Hørpuskel
 
04.10.2017 - 09:32

Stríð er millum norska fiskimálaráðið og tað føroyska um hørpuskel við Svalbard. 

Tað skrivar FiskeribladetFiskaren.

Føroyska fiskimálaráðið gav í februar einum skipi loyvi til at dreggja eftir hørpuskel við Svalbard.

Tað fekk norska fiskimálaráðið at heita á Fiskimálaráðið í Havn um at taka hetta loyvið aftur.  

Kortanei sigur Fiskimálaráðið

Men tað vilja tey ikki í Fiskimálaráðnum, tí fiskiloyvið er latið sambært galdandi reglum.

Tað er í lagi bæði sambært føroyskum og norskum forskriftum, sigur Fiskimálaráðið. 

Fiskimálaráðið boðaði frá í Noregi tann 21.februar at fiskiloyvið varð latið. Norska fiskimálaráðið váttaði dagin eftir, at tað hevði fingið fráboðanina úr Føroyum.

Men norskir myndugleikar siga, at ongar reglur eru um skeljadregging við Svalbard.

Norsk skip sleppa ikki at dreggja har, tí eingin veit, hvussu dreggingin fer við havbotninum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585