Viðgera fíggjarlógina í dag og í morgin

bannari
04.10.2017 - 09:46
AktueltPolitikkur
Viðgera fíggjarlógina í dag og í morgin
Rakstrarútreiðslurnar eru 4,6 milliardir kr., og íløgurnar eru 343 milliónir
Uppskotið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um fíggjarlóg næsta ár er til viðgerðar í tinginum
 
 

Nú klokkan 10 fer løgtingið undir fyrstu viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár.

Landsstýrið væntar at fáa fimm milliardir og 370 milliónir krónur í inntøku næsta ár.

Skattainntøkurnar verða mettar til tvær milliardir og 255 milliónir kr., og avgjøldini verða mett til tvær milliardir 730 milliónir kr.

Heildarveitingin úr ríkiskassanum verður 642 milliónir kr.

Næsta ár væntar landsstýrið at brúka fýra milliardir og 960 milliónir kr. til rakstur og løgur.

Útreiðslurnar

Rakstrarútreiðslurnar eru 4,6 milliardir, og 343 milliónir verða brúktar til løgur. Sostatt verður metta avlopið á fíggjarlógini 408 milliónir kr. 

Harumframt verða brúktar 35 milliónir krónur til Eysturoyar- og Sandoyartunlar, 20 milliónir til Taldgildu Føroyar og hálv sjeynda millión í íløgustuðli til eftirskúla í Suðuroynni, húsarhaldsskúla í Klaksvík, og bókasøvn og ítróttarháskúla í Vági. 

Samgongan hevur hesaferð gjørt semju við bæði uttanflokkatingkvinnuna, Sonju Jógvansdóttir, og Sjálvstýri um fíggjarlógina.

Fíggjarlógarviðgerðin verður í tinginum í dag og í morgin.
 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. august
Morgunlestur fríggjadagin 17. august 2018
82948
Hósdag 16. august
Summartímin hósdagin 16. august
84299
Hósdag 16. august
Trimpil (2-3:5)
83672
Hósdag 16. august
Summartímin mikudagin 15. august
84287
Hósdag 16. august
Morgunlestur hósdagin 16. august 2018
82950
Nýggjastu sendingar í SV