Eingin fólkaatkvøða flaggdagin um stjórnarskipan

bannari
Eingin fólkaatkvøða flaggdagin um stjórnarskipan
Løgtingið verður ikki liðugt við stjórnarskipanina hálvt ár fyri flaggdagin. Fyrsta viðgerð verður dagin fyri, løgtingið skal hava avgreitt málið
Eingin fólkaatkvøða verður flaggdagin. Tíðin er alt ov knøpp.
 
05.10.2017 - 07:03

Fólkaatkvøðan um stjórnarskipan Føroya verður ikki flaggdagin næsta ár. 

Heilt einfalt tí, at stundir eru ikki til at avgreiða málið í løgtinginum fyri 25.oktober, sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður.

Løgmaður legði uppskotið fyri løgtingið 27.september. 

Upprunaliga ætlaði samgongan, at fólkaatkvøða skuldi vera um føroyska stjórnarskipan í ár, men tað varð útsett.

Dagin fyri

Tá varð samstundis boðað frá, at føroyingar skulu á fólkaatkvøðu flaggdagin, 25.apríl næsta ár um føroyska stjórnarskipan.

Uppskotið skal samtykkjast og avgreiðast úr løgtinginum eitt hálvt ár fyri fólkaatkvøðuna. 

Og tí skal uppskotið vera samtykt eftir triðju viðgerð í løgtinginum í seinasta lagi 25.oktober.

Men fyrsta viðgerð verður ikki fyrr enn 24.oktober, sambært dagsskránni hjá løgtinginum.

Eftir fyrstu viðgerð í løgtinginum skal grein-25-nevnd við fólki úr øllum flokkum á tingi viðgera stjórnarskipanaruppskotið, áðrenn tað kemur til atkvøðugreiðslu fyrst eftir aðru viðgerð og seinni eftir triðju viðgerð, um tað altso verður samtykt eftir aðru viðgerð.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964