Kanna, um Paddock hevði ætlanir um fleiri álop

Kanna, um Paddock hevði ætlanir um fleiri álop
Løgreglan í Las Vegas kannar í løtuni m.a. um 64 ára gamli hóp-drápsmaðurin, Stephen Paddock legði ætlanir um at fremja bilspreingingar
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
06.10.2017 - 06:40

Tíðindastovan hevur tosað við ein ónevndan tænastumann, sum sigur, at kannað verður, um hann legði til rættis fleiri álop, - men at fyribils eru eingin prógv funnin um tað, skrivar AP.

Í gjár kom fram, at hóp-drápsmaðurin eisini hevði kannað onnur støð, har hann kundi fremja hópdráp. Í august í ár bílegði hann sær kamar í einum gistingarhúsi í Chicago, samstundis sum vælumtókti Lollapalooza-festivalurin varð hildin. 

Fleiri túsund fólk koma til festivalin á hvørjum ári,  og frá kamarinum, sum 64 ára gamli maðurin hevði bílagt, hevði hann havt gott útsýni yvir festivaløkið.

Eingin orsøk

Varaløgregluovastin í FBI, Andrew McCabe, sigur at tey eru ovfarin av, hvussu ein vaksin maður uttan at hava verið í hóslag við løgregluna nakrantíð, kann fremja slíkt blóðbað.

- Vit eru eisini ovfarin av, at vit ikki finna nakra orsøk í hesum máli, segði hann við fjølmiðlar í gjár.

FBI hevur staðfest, at hann stundum brúkti nógva tíð uppá spøl, - sum oftast video-poker. Telda og fartelefon hjá Paddock eru kannað, men tey vístu einki samband við yvirgangsfelagsskapir ella tekin um sálarliga sjúku.

Løgreglan hevur staðfest, at Paddock í fjør keypti nógv vápn, og hon veit eisini, at hann hevði lagt sær til rættis eina rýmingarleið, so hann slapp frá álopinum í lívi. Tað sigur løgregluni so mikið, at álopið hevur verið væl tilrættalagt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964