USA: Bump stocks skulu bannast

USA: Bump stocks skulu bannast
Amerikanska vápnalógin skal endurskoðast
Bump stock verður sett uppá vanligar byrsur
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
06.10.2017 - 13:39

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur fyrr tosað um at herða vápnareglurnar í USA, men nú tosar hann um at seta bann fyri sonevndum "bump stocks".

Bump stock verður brúkt til at kunna avloysa fleiri skot um minuttin. 

Hetta hendir eftir at fleiri vápn vórðu funnin í kamarinum hjá hópdrápsmanninum, Stephen Paddock, í Las Vegas.

Stephen Paddock skeyt og drap í minsta lagi 58 fólk og særdi meiri enn 500 fólk, tá hann skeyt frá hond inn í mannamúgvuna, sum varð komin saman til ein country-festival í Las Vegas seint sunnukvøldið.

Lógligt í USA

Við "bump stock" kanst tú økja skotini úr 45 -60 um minuttin upp í 400 - 800 skot um minuttin, skrivar AP. Hóast heil-automatisk vápn eru bannað, eru "bump stock" lógligt í USA.

Men eftir hópdrápið hava fleiri politikkarar í Republikanska flokkinum mælt til at banna "bump stock", og tað hava vápna-forsprákarar eisini tikið undir við.

Donald Trump sigur, at um stutta tíð fer Bump Stock til politiska viðgerð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584