Atlantic Airways triðbesta evropeiska flogfelag

Atlantic Airways triðbesta evropeiska flogfelag
Atlantic Airways varð kosið triðbesta evropeiska flogfelag á Danish Travel Awards fyrr í vikuni.
 
07.10.2017 - 10:44

Atlantic Airways er triðbesta evropeiska flogfelagið, tað heldur danska ferðavinnan.

Fyrr í vikuni skipaði danska ferðavinnan fyri árliga tiltakinum Danish Travel Awards í Sirkusbygninginum í Keypmannahavn, har 17 virðislønir vórðu handaðar.

Og millum nøvnini stendur Atlantic Airways eina ferð - á triðja plássi í bólkinum besta evropeiska flogfelag, sum Sun Air vann.

Millum hinar vinnararnar kunnu nevnast Alsie Express, sum gjørdist ársins innanríkisflogfelag frammanfyri Danish Air Transport og SAS. Og Thomas Cook, sum gjørdist besta leiguferðaflogfelag frammanfyri SAS og Tui Fly Nordic.

Portugal er besta ferðaland

Í mun til undanfarin ár kundu ikki starvsfólk í ferðavinnuni ikki atkvøða.

Hesaferð stóð greinarafyritøkan Epinion fyri atkvøðugreiðsluni við at spyrja 2.000 danir, sum vórðu lutfalsliga javnt býttir yvir aldur, útbúgving, inntøku og bústaði.

Ársins ferðaland varð eisini kosið. Besta ferðalandið í evropa er Portugal. Og besta ferðaland uttanfyri evropa er USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819