Hava funnið fleiri kropslimir hjá Kim Wall

Hava funnið fleiri kropslimir hjá Kim Wall
Danska løgreglan hevur nú funnið klæðini, høvdið og beinini hjá Kim Wall
 
07.10.2017 - 10:10

Fleiri kropslimir hjá svenska journalistinum Kim Wall vórðu funnir við Avedøre Holme í víkini í Køge í gjár.
Tað vátta umboð fyri løgregluna í Keypmannahavn á tíðindafundi í politigarðinum.

 - Kavarar frá Sjóverjuni og granskaraskipið Aurora hjá Aarhus Universiteti kavaðu í víkini í Køge í gjár. Fyrrapartin funnu vit ein posa við klæðum hjá Kim Wall. Í sama posa lógu tvey bein, og stutt eftir funnu vit eitt høvd, sum var tyngt, sigur Jens Møller Jensen, drápsleiðari.

Posarnir vóru vóru tyngdir við jarnpettum.

Fleiri smærri løstir vóru á líkpettunum, sigur drápsleiðarin.

Løgreglan veit framvegis ikki, hvussu Kim Wall doyði. Løgreglan hevur enn ikki funnið armarnar. Tí leitar løgreglan víðari í samstarvi við serfrøðingum frá Sjóverjuni.

Ein maður er varðhaldsfongslaður í málinum. Hann eigur kavbátin, sum var seinasta stað, har Kim Wall var sæð livandi síðst í juli mánað.

Tíggju dagar seinni funnu tey kroppin á strondini í Vestamager - men uttan armar, bein og høvd.

Varðhaldsfongslaði maðurin viðgongur, at hann hevur kastað líkið fyri borð, men hann noktar seg sekan í manndrápi og at hava skorið líkið sundur, áðrenn tað var tveitt fyri borð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887