Hert marknaeftirlit í Kastrup - longri bíðirøðir

Hert marknaeftirlit í Kastrup - longri bíðirøðir
Nýggjar ES reglur krevja, at passini hjá øllum, ið ferðast til eitt land uttan fyri Schengen-økið, skulu kannast.
 
07.10.2017 - 15:27

Skalt tú ferðast til Onglands, USA, Turkaland ella Thailand umvegis flogvøllin í Kastrup, so mást tú møguliga brynja teg við tolið. Tí nú verða bíðirøðirnar væntandi eitt sindur longri enn vanligt á flogvøllinum.

Í dag setti danska løgreglan í gildið eitt nýtt og hert marknaeftirlit á flogvøllinum í Kastrup. Eftirlitið er galdandi fyri tey ferðandi, sum skulu flúgva til eitt land, ið ikki er við í Schengen-samstarvinum. Nýggja eftirlitið hevur við sær, at passini hjá øllum, ið skulu til eitt land uttan fyri Schengen, skulu kannast. 

Higartil hevur tað bert verið krav, at nøkur pass skulu kannast. Lógarbroytingin hevur væntandi við sær longri bíðirøðir, sigur Kasper Hyllested, tíðindatalsfólk á flogvøllinum í Kastrup við TV 2. Skalt tú ferðast til eitt land uttan fyri Schengen kann bíðitíðin gerast ein hálvan tíma longri, men bert, tá nógv fólk ferðast. Og kemur tú heim til Danmarkar úr einum landi uttanfyri Schengen, kann bíðitíðin gerast ein heilan tíma longri, sigur Kasper Hyllested við TV 2.

Tað eru nýggjar ES-regglur, sum hava við sær herda eftirlitið. Endamálið er at styrkja uttaru landamørkini hjá ES og tryggleikan í ES. Herda eftirlitið gevur eisini løgregluni enn betri møguleikar at basa skipaðum kriminalitet og kriminaliteti sum ferðast um landamørk, skrivar løgreglan á Twitter, og sigur Kasper Hyllested.

Umleið 30 milliónir ferðafólk ferðast umvegis flogvøllin í Kastrup um árið, og umleið fjórði hvør ferðast út úr Schengen-økinum. Tí skulu umleið 8 milliónir pass nú kannast um árið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585