Seldi síni partabrøv beint undan húsagangin

Seldi síni partabrøv beint undan húsagangin
Bjarni Benediktson, forsætisráðharri í Íslandi, seldi nærum øll síni partabrøv í Glitnir beint undan at bankin fór á húsagang
 
07.10.2017 - 12:35

Bjarni Benediktson, forsætisráðharri í Íslandi, seldi eftir øllum at døma nærum øll síni partabrøv í bankanum Glitnir fyri umleið tríggjar milliónir føroyskar krónur, beint áðrenn bankin fór á húsagang í oktober 2008. 

Harvið bjargaði hann sær sjálvum undan at tapa pening. 

Tað vísa skjøl, sum miðlafólk á Reykjavík Media og bretska The Guardian hava fingið hendur á, skriva The Guardian og íslendski miðilin Stundin.

Tætt samband við bankaleiðsluna

Stundin skrivar, at Bjarni Benediktson, vegna støðu síni sum tingmaður, hevði atgongd til upplýsingar um veruligu støðuna í Glitnir, tí hann hevði luttikið á fundum um støðu bankans og bankakervinum sum heild. 

Skjølini vísa, at Benediktson tosaði við fólk í leiðsluni hjá Glitnir 6. oktober 2008, beint áðrenn bankin og stórur partur bankakervinum fór á húsagang, og samband var fleiri ferðir millum leiðsluna í bankanum og Bjarna Benediktson um støðuna og kreppuna hjá bankanum  

Sambært The Guardian og Stundin benda skjølini á, at Bjarni Benediktson hevði framíhjárættindi í bankanum, og eitt so tætt samband var millum hann og leiðsluna í bankanum, at orsøk er til at seta spurnartekin við hansara starv sum forsætisráharra og hansara leiklut sum ein av mest virðismettu kundunum hjá bankanum. 

Familjan hjá Bjarna Benediktson telist millum ríkastu og valdmiklastu í Íslandi, skrivar the Guardian.

Hevur ikki gjørt nakað ólógligt

Bjarni Benediktson vísur øllum ákærum aftur og noktar fyri at hava gjørt nakað ólógligt. Men the Guardian skrivar, at hóast ongin prógv eru fyri, at Bjarni Benediktson hevur gjørt nakað ólógligt, so kunnu avdúkingarnar koma illa við.

Val verður í Íslandi 28 oktober. Samgongan hjá Bjarna Benediktsyni slitnaði í síðsta mánað, tí ein av samgonguflokkunum í september fór úr stjórnini eftir eina pedofiligølu.

Flokkurin Ljós Framtíð fór úr stjórnini, tá tað kom fram, har pápi forsætisráðharrans var partur í einum máli um ein pedofilidømdur mann. Eitt mál, sum sonurin visti um; men ikki kunnaði um.

Pápi forsætisráðharrans, Benedikt Sveinsson, hjálpti sambært fleiri miðlum, dømda manninum við at søkja um at endurreisa æru sína, so hann aftur kundi søkja sær arbeiði. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851