Fáa nú tað sama sum menninir

Fáa nú tað sama sum menninir
Norska kvinnulandsliðið skal nú hava líka nógv í løn fyri at umboða land teirra, sum norska manslansliðið
 
08.10.2017 - 10:19

Norska kvinnulandsliðið skal nú hava líka nógv í løn fyri at umboða land teirra, sum norska manslansliðið.

Tað hevur norska fótbóltssambandið gjørt av.

Hetta merkir, at samsýningin, sum kvinnulandsliðið fær, verður næstan dupult so stór sum frammanundan.

Í almennari viðmerking á instagram síðu síni, skrivar norski landsliðsleikarin, Caroline Graham Hansen, at manslansliðið eigur stóran part av tøkkini fyri avgerðini hjá norska fótbóltssambandinum.

- Hetta var kanska ein lítil avgerð hjá tykkum, og tað sæst ivaleyst ikki aftur í mánaðarlønunum hjá monnunum, men hetta hevur sera stóran týdning fyri okkum, fyri liðið, fyri ítróttin og fyri allar kvinnuligar íðkarar har úti, sum gera sama ítrótt sum menn, men sum ikki fáa tað sama fyri tað, skrivar Caroline Graham Hansen.

 

Fyrsta avtala í altjóða fótbólti

Formaðurin í fakfelagnum hjá norskum fótbóltsleikarum, Joachim Walltin, metir hetta vera fyrsta avtala av sínum slag í altjóða fótbólti.

- Noreg er eitt land, har javnrættindi hava týdning, og tí er hetta gott fyri bæði land og ítrótt. Kenslan av at vera virdur hevur stóran týdning fyri okkara ítróttarfólk, og tí var hetta ein uppløgd íløga hjá fótbóltssambandinum í kvinnufótbólt, sigur Joachim Walltin.

Í september avlýsti danska kvinnulandsliðið ein vinardyst móti Hollandi, tí ósemja var við DBU um samsýningina hjá liðnum. Hetta hevði millum annað við sær, at manslansliðið bjóðaði kvinnulandsliðnum at taka av 500.000 krónum árið av teirra samsýning. Eingin semja er tó enn funnin fyri danska kvinnulandsliðið.

Eisini í Føroyum hevur kjak verið um at javnseta samsýning hjá kvinnu- og manslandsliðunum, men enn fáa menninir munandi meir í løn enn kvinnurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652