- Tíðindi, mentan og ítróttur
Katalonia sleppur ikki at loysa
Fleiri túsund spaniólar gingu skrúðgongu í gjár ímóti katalonska kravinum um fullveldi, sum kom beint eftir fólkaatkvøðuna í Katalonia fyri júst einari viku síðan.
Endaliga úrslitið av fólkaatkvøðuni var, at 90 prosent av teimum tveimum komma trimum veljarum, sum atkvøddu, aktvøddu fyri fullveldi. Valluttøkan var lág - bara 43 prosent, og tað brúkar spanska stjórnin til sín fyrimun.
Fólkaatkvøðan var bannað frammanundan av spanska dómsvaldinum. Og næstan 900 fólk komu til skaða av løgregluni á valdegnum, sum vildi spjaða veljararnar í eini roynd at útinna bannið. 33 løgreglufólk komu eisini til skaða.
Forsætisráðharrin vil ikki útihýsa møguleikanum at brúka grein 155 í sponsku grundlógini, sum sigur at spanska tjóðartingið kann leggja upp í stýringina í einum landsluti.
Katalonski forsetin Carles Puigdemont fer væntandi at tala í katalonska tinginum týsdagin. Roknað verður við, at tjóðartingið fer at lýsa Katalonia sum sjálvstøðugan stat næstu ferð tingfundur er.
Og fleiri fyritøkur hava boðað frá, at tær taka seg úr Katalonia orsakað av áhaldandi politisku óvissuni.