12,8 milliardir til donsku verjuna

12,8 milliardir til donsku verjuna
Hóttanin úr Russlandi er størri, og tí er neyðug at játta 12,8 eyka til verjuna komandi seks árini, heldur danska stjórnin.
 
12.10.2017 - 09:55

Danska stjórnin vil geva donsku verjuni 12,8 milliardir krónur aftrat, komandi seks árini, tað skrivar dr.dk.

Tað stendur í uppskotinum hjá stjórnini um nýggja semju um verjuna. 

Í løtuni kostar verjan 22 milliardir krónur um árið, og avtaluuppskotið hevur við sær, at fíggingin til verjuna í 2023 verður 4,8 milliardir hægri enn í dag.

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, segði á tíðindafundi í gjár, at hóttanin móti Danmark er størri enn fyrr, og tað er orsøkin til at neyðugt er at brúka nógv meira pening uppá verjuna.

Á tíðindafundinum vísti Claus Hjort Frederiksen, verjumálaráðharri, á, at tað serliga er Russlandn sum er vorðin ein størri hóttan. 

Russland ger hernaðarvenjingar, og setur upp rakettir upp, millum annað í Kalliningrad, sum kunnu røkka til Keypmannahavnar, Stockholm og Baltralondini - og tað mugu vit fyrihalda okkum til, sigur Claus Hjort Frederiksen. 

Nýggja semjan um verjuna leggur sostatt í størri mun enn fyrr dent á hóttanini ímóti Danmark og Natolondunum Polen og Baltralondini. 

Avtalan skal eisini verða við til at styrkja Nato í mun til hóttanini frá Russlandi. Millum annað er ætlanin at hava eina brigatu uppá 4000 fólk, sum kann verða til reiðar at sendast út á altjóða missiónir.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887