Føroyingar hyggja nógv í skíggja í frítíðini

Føroyingar hyggja nógv í skíggja í frítíðini
Nýggjasta Gallup-kanningin vísir millum annað, at 75% av føroyingum hyggja í skíggja meir enn ein tíma dagliga
 
12.10.2017 - 09:37

Tríggir fjórðingar av føroyingum hyggja í skíggja meir enn ein tíma um dagin í frítíðini.

Tað vísir nýggjasta Gallup-kanningin, sum Fólkaheilsuráðið hevur latið gjørt í eini roynd at finna útav, hvussu leingi føroyingar hyggja í skíggja - tað veri seg bæði teldu, teldli, fartelefon og sjónvarp.

Meðan, ein lítil fjórðingur av teimum spurdu segði seg hyggja undir ein tíma um dagin, svaraði meir enn helvtin, at tey hyggja upp til tríggjar tímar um dagin eftir skíggja í frítíðini.

Seinasti fimtingurin nýtir meira enn tríggjar tímar av frítíðini frammanfyri skíggjanum.

Serliga tey ungu hyggja nógv. 

Ein lítil helvt av teimum millum 15 og 24 ár hyggja í skíggja meir enn tríggjar tímar um dagin - tá tey hava fingið frí frá skúla ella arbeiði. 

Næstan fjórði hvør av teimum ungu nýta fleiri enn fimm tímar av frítíðini frammanfyri skíggjanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585