Rajoy skal hava svar mánadagin

Rajoy skal hava svar mánadagin
Forsetin í Katalonia, Carles Puigdemont, hevur fingið freist til mánadagin at siga sponsku stjórnini, um Katalonia tekur sjálvstýri frá Spania.
 
12.10.2017 - 09:40

Í eini røðu í fyrrakvøldið segði katalonski forsetin, at Katalonia skal vera ein sjálvstøðugur statur, men at tað skal gerast við samráðingum við sponsku stjórnina.

Hann skrivaði undir eitt sjálvstýrisskjal, men løtu seinni ógildaði hann skjalið. Tað hevur fingið sponsku stjórnina at biðja hann um at gera greitt, um Katalonia er lýst sjálvstøðugt ella ikki.

Spanska stjórnin hevur víst aftur at samráðast við myndugleikarnar í Katalonia.

- Tað er ikki møguligt at samráðast um nakað sum eftir grundlógini er ólógligt, segði spanski forsætisráðharrin í gjár.

Halda myndugleikarnir í Katalonia fast við sjálvstýriskravið, so umhugsar spanska stjórnin at seta grein 155 í grundlógini í verk, skrivar spoanskir miðlar. Grein 155 gevur stjórnini loyvi at seta katalonska heimstýrið úr gildi.

Seinni hevur talsmaðurin hjá stjórnini í Katalonia heitt á forsætisráðharran um ikki atleypa framav, tí kanska er gongdin sum nú er seinasti møguleikin fyri at røkka einari endaligari loysn, segði hann.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585