USA fíggjar Norðurkoreansku myndugleikunum

USA fíggjar Norðurkoreansku myndugleikunum
Kanning hjá AP vísir, at vørur sum norðurkoreansk arbeiðsfólk hava framleitt í útlandinum, verða seldar í USA, Kanada og í fleiri londum í ES
Norðurkoreansk arbeiðsfólk á einum fiskavirki í Kina.
Mynd: AP Photo / Ng Han Guan  
 
12.10.2017 - 10:46

Í Hunchun í Kina eru nógv fólk til arbeiðis, har tey gera fiskavørur klárar, sum skulu sendast á amerikanska marknaðin.

Fólkini liva í legum, tey arbeiða minst 12 tímar um dagin, og sleppa ikki úr leguni uttan serligt loyvi. 70 prosent av tí tey tjena, verður sent heim til Norðurkorea. Tí eru tað fólk í USA sum fíggja virksemið hjá norðurkoreansku myndugleikunum, vísir ein kanning hjá AP tíðindastovuni.

Mett verður, at arbeiðsfólk úr Norðurkorea tjena millum 1,3 og 3,2 milliardir kr. í útlandinum, sum síðani verða sendar heim til myndugleikarnar.

Kanningin hjá AP vísir, at vørur sum norðurkoreanar hava framleitt, verða seldar í USA, Kanada og í fleiri londum í ES.

Hildið verður, at minst 300 norðurkoreanar arbeiða í Hunchun í Kina. Tey fáa í besta lagi 300 dollarar um mánaðin meðan kinesisk arbeiðsfólk fáa minst 540 dollarar um mánaðin.

Fólk úr Norðurkorea arbeiða eisini í byggivinnuni í fleiri arabiskum londum, á skipasmiðjum í Polandi, í skógum í Ruslandi og í fiskivinnuni í Uruguay, vísir kanningin hjá AP.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585