Blóðbað í Mogadishu

Blóðbað í Mogadishu
Ógvusligastu atsóknirnar síðani uppreisturin byrjaði í 2007
 
15.10.2017 - 18:02

Í gjár vóru tvær ógvusligar bumbuspreingingar í Mogadishu í Somalia, sum gjørdu av við fleiri enn 230 fólk, og særdu yvir 200 onnur, upplýsa keldur í landinum.

Talan er um ógvusligastu atsóknina, síðani ein islamistiskur bólkur byrjaði ein uppreistur í 2007. Løgreglan upplýsir, at tann fyrra bumban brast við eitt gistingarhús í miðbýnum, har eisini fleiri stjórnarbygningar eru. Hotellið varð lagt í oyði av spreingingini.

Tveir tímar seinni brast ein onnur bumba í einum øðrum býarparti. Tey sum sóðu fyrru spreingingina siga, at hon var so sterk, at hon minti um ein jarðskjálvta. Týska tíðindastovan, DPA, skrivar, at bygningar sum lógu fleiri hundrað metrar frá har sum bumban brast, fingu skaða.

Safari- gistingharhúsið verður nógv nýtt av fólki úr Somalia, sum búgva uttanlands, og har koma eisini stjórnarlimir og tíðindafólk javnan á vitjan.

Eingin hevur tikið ábyrgdina av atsóknini, men myndugleikarnir í Somalia siga, at tað uttan iva er felagskapurin, al-Shabaab, sum skipaði fyri at sóknini. USA hevur í ár lagt størri dent á at søkja at al-Shabaab við dronum, og atsóknin í gjár var bert fáar dagar eftir at myndugleikarnir í Somalia høvdu havt amerikanska hernaðarvitjan. Al-Shabaab stríðist bæði ímóti herinum í Somalia, og ímóti herfólki frá afrikansku samgonguni, sum hevur sent 20.000 hermenn til Somalia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584