Skal svara, um Katalonia hevur loyst

Skal svara, um Katalonia hevur loyst
Forsætisráðharrin í Katalonia, Carles Puigdemont, hevur bara fáa minuttir eftir til at boða sponsku stjórnini frá, um hann hevur lýst loysing
 
16.10.2017 - 07:46

Váttar hann tað, fær hann til hósdagin at broyta avgerðina. Um ikki, koma beinleiðis krøv frá sponsku stjórnini í Madrid.

Evsta markið hjá Puigdemont er nú klokkan 9 í morgun, okkara tíð.

Eftir fólkaatkvøðuna fyri tveimum vikum síðani um loysing, og sum spanski grundlógardómstólurin hevur ógildað, skrivaði Puigdemont undir fráboðanina um loysing, men ógildaði hana beint eftir.

Hann segði, at hann vildi hava samráðingar í lag við stjórnina í Madrid. 

Undir trýsti

Puigdemont er undir trýst frá samgongustjórnini í Katalonina um at halda fram við loysingini, meðan spanskir og politikarar úti í heimi royna at tosa hann frá tí. ES hevur gjørt honum greitt, at um Katalonia loysir frá Spania, verður tað ikki partur av ES.

Spanska stjórnin hevur heitt á Puigdemont um at svara einfalda spurninginum, um landið hevur tikið loysing, - ja ella nei. Hevur Katalonia slitið við Spania, kann Spania seta í verk strangar relgur móti Katalonia og skriva út nýtt lokal-val.

Hinvegin, - um Puigdemont sigur, at hann IKKI hevur loyst frá Spania, kunnu sponsku myndugleikarnir gera av, at hann ikki longur brýtur spanska lóg, skrivar BBC í morgun.

Men júst tað fer at fáa øði í katalonsku samgonguflokkarnar, sum hava rikið valstríð fyri loysing.

Ein møguleiki er, at Puigdemont svarar øðrvísi, - altso ikki ja ella nei, fyri at vinna sær meiri tíð.

Hvat hendir so

Setur Madrid í verk grein 155 í grundlógini, hevur Katalonia ikki longur heimild at taka avgerðir í málum um eitt nú heilsuverk og útbúgving. 

Spanska stjórnin kann eisini taka yvir leiðsluna av løgregluna og skriva út val, skrivar bbc.

FAKTA: Katalonia í landnyrðingspartinum av Spania, hevur egið mál, tjóðarting, flagg og tjóðsang.

Katalonia hevur eisini egna løgreglu og hevur eftirlit við egnum almennum tænastum, - eitt nú skúlum og heilsuverkinum. 

Tað er ríkasta økið í Spania og størsta framleiðslan er í Katalonia.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010