Var fíggjarstjóri gjørdist Magnstjóri í dag

Var fíggjarstjóri gjørdist Magnstjóri í dag
Oljufelagið Magn hevur í dag fingið nýggjan stjóra, sum tó hevur nógv ár í felagnum
Johnni Poulsen er útbúgvin cand.merc á Copenhagen Business School. Hann hevur eisini tikið eftirútbúgvingar haðani, á London Business School og á IMD í Sveis.
 
16.10.2017 - 11:46


Fíggjarstjórin í oljufelagnum Magni seinastu 11 árini, 47 ára gamli Johnni Poulsen úr Miðvági, verður nú stjóri har.

Hann tekur við stjórastarvinum í dag.

Johnni Poulsen hevur eisini verið fíggjarleiðari hjá Strandfaraskipum landsins. 

Og hann hevur arbeitt við búskapi og strategi í norðurlendsku telefyritøkuni Telia í Danmark. 

Johnni Poulsen tekur við eftir Hendrik Egholm, sum 1.oktober bleiv samtaksstjóri í íslendska Skeljungi, sum eigur Magn. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585