Trump í andróðri aftur

Trump í andróðri aftur
Samveldisdómstólurin í Hawaii hevur steðgað nýggja innferðarforboðnum, sum umsitingin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, hevur sett í verk
 
18.10.2017 - 16:37

Tað skrivar CNN.

Derrick Watson, dómari, góðkendi í gjár áheitanina frá statinum, Hawaii, um fyribils at steðga ætlanunum hjá samveldismyndugleikunum um at seta í verk nýtt innferðarforboð.

Triðja útgávan av forboðnum rakar borgarar úr Iran, Libya, NorðurKorea, Somalia, Sýria, Jemen og Kjad og einstakar persónar úr Venesuela, og skuldi eftir ætlan koma í gildi á midnátt í nátt.

Staturin Hawaii hevur fyrr mótmælt forboðnum og sigur, at eisini endurskoðaða útgávan av innferðarforboðnum hjá Trump hevur til endamáls at reka muslimar úr USA. 

USA ger mannamun

Hawaii hevur, saman við fleiri øðrum statum, megnað at forða teimum báðum undanfarnu útgávunum av innferðaforboðnum í at vera sett í verk.

Watson, dómari, sigur, at innferðaforboðið ger heilt greitt mannamun grundað á nationalitet. Hetta er triðja innferðaforboðið, sum Trump roynir at seta í verk.

Hótta amerikonsk áhugamál

Watson sigur, at nýggja forboðið hevur somu lýti sum undanfarnu, tí tað er ikki ávíst, hvussu 150 miljónir persónar úr hesum átta londunum, sum eru fevnd av forboðnum, kunnu vera hóttan móti amerikonskum áhugamálum.

Seinasta forðboð skuldi setast í verk í marsmánaði, og fevndi um persónar úr seks londum, - Tjad, Libia, sýria, Iran, Jemen og Somalia. Nýggja forboðið fevnir eisini um persónar úr Venesuela og NorðurKorea.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652