Løgtingið fer at tosa um rúsdrekka og rúsevni

Løgtingið fer at tosa um rúsdrekka og rúsevni
Aðalorðaskifti verður í næstu viku. Hendan samgongan hevur lagt fram álitið, sum undanfarna samgonga fekk gjørt
Løgtingið fer nú at tosa um, hvønn politikk, Føroyar skulu hava um rúsdrekka og rúsevni.
 
20.10.2017 - 09:53

Hósdagin í næstu viku fer løgtingið at tosa um rúsdrekka og rúsevni í einum aðalorðaskifti.

Aðalorðaskiftið verður um eitt álit, sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, legði fyri løgtingið í gjár.

Álitið er frá juli í 2015, tá Karsten Hansen var landsstýrismaður í heilsumálum.

Tað stóð í samgonguskjalinum frá 2011 hjá undanfarnu samgongu, at ein greiður rúsdrekka- og rúsevnapolitikkur skal orðast.

Tað ætlar hendan samgongan eisini.

Nógv uppskot

Í álitinum um rúsdrekka- og rúsevnapolitikk Føroya frá 2015 eru 28 uppskot um átøk árini 2015 til 2020, sum skulu avmarka nýtsluna og stegða misnýtsluni.

Nøkur teirri eru longu framd, segði Sirið Stenberg í løgtinginum í gjár.

Hon hevur nøkur afturat, sum hon nevndi í røðu sínari í tinginum.

Men samanumtikið er støðan ikki so ring, sigur Sirið Stenberg.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887