Fær heiður fyri heilsuverk, ið er farið um koll

Fær heiður fyri heilsuverk, ið er farið um koll
Forsetin í Zimbabwe hevur fingið heiðursheitið vælvildarsendimaður hjá alheims heilsustovninum WHO, men í heilsuverki hansara er trot á øllum.
Robert Mugabe
Mynd: Savnsmynd  
 
21.10.2017 - 14:27


Heimins kosnu øtast, nú kunngjørt er, at alheims heilsustovnurin hjá ST - WHO - hevur heiðrað Robert Mugabe, forseta í Zimbabwe við heitinum vælvildarsendimaður. Heitið frá alheims heilsustovninum hevur forsetin fingið fyri tiltøk síni at basa sjúkum, ið ikki smitta.

Samstundis rósti nýggi aðalskrivarin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus úr Etiopia, Robert Mugabe fyri ídni hansara til frama fyri fólkaheilsu og sjúkulinna.

Men tey, ið kenna viðurskiftini í Zimbabwe vita, at øll heilsuskipanin er farin um koll, og at forsetin og ráðharrar hansara sjálvir fara av landinum, tá teimum tørva læknahjálp.

Eingin løn og trot á heilivági

Á sjúkrahúsunum í Zimbabwe arbeiða læknar og røktarstarvsfólk ofta uttan løn í langa tíð, og støðugt trot er á heilivági.

Amerikanska Human Rights Watch sigur tað vera skomm, at Robert Mugabe skal hava fingið heitið vælvildarsendimaður, tá mannarættindini í Zimbabwe verða havd í huga.

Við Robert Mugabe, forseta, á odda hevur mutur, rotinskapur og búskaparlig vanstýring gjørt enda á heilsuverkinum í Zimbabwe, sigur Kenneth Roth, stjóri í felagsskapinum Human Rights Watch.

Fer sjálvur til lækna utanlands

- Sum tey flestu vita, fer Robert Mugabe sjálvur av landinum at søkja sær heilsubót. Í ár hevur hann verið í Singapore tríggjar ferðir, og fremstu ráðharrar og embætismenn hansara fara til Suðurafrika, tá nakað bagir teimum.

- Og fert tú á sjúkrahús í Zimbabwe, er trot á øllum tí mest neyðturviliga, sigur Kenneth Roth.

- At heiðra Robert Mugabe sum viðurkenninng fyri tað, hann skal hava gjørt til frama fyri heilsu- og heilsutænastur, er fullkomiliga burtur úr vón og viti, sigur stjórin fyri Human Rights Watch.

Andstøðan er í øðini

Á sama hátt finst politiska andstøðan í Zimbabwe harðliga at WHO og sigur tað vera eina háðan, at Robert Mugabe skal hava fingið heitið vælvildarsendimaður við teirri støðu, heilsuverk hansara er í.

Robert Mugabe sjálvur var á ráðstevnu hjá WHO í Montevideo í Uruguay, tá hann fekk boðini. Har greiddi forsetin frá tí, gjørt verður í Zimbabe fyri fólk við krabba, lungnasjúkum og diabetes.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672