Kynsligur ágangur í ítróttarfeløgum á breddan

Kynsligur ágangur í ítróttarfeløgum á breddan
ÍSF vil við átakinum geva venjarum og leiðarum amboð at fyribyrgja ágang og ráð um, hvat kann gerast, um illgruni er um kynsligan ágang í feløgunum
Ítróttasamband Føroya
 
24.10.2017 - 12:05

Hvussu skulu børn klemmast, tá tey hava vunnið, og skulu tey vaksnu fara í brúsu við børnunum?

Hesir og aðrir spurningar - eisini spurningar um kynsligan ágang - verða nú settir á dagsskránna hjá Ítróttarsambandi Føroya.

Tann óhoyrdi ágangurin

Ein bóklingur er gjørdur, kallaður "Tann óhoyrdi ágangurin - um at forða kynsligum ágangi á børn og ung í ítróttini". Endamálið er at geva feløgunum undir ÍSF ein amboðskassa, um illa vil við.

Í nýggja bóklinginum hjá Ítróttarsambandinum stendur at lesa:

- Kynsligur ágangur í føroysku ítróttafeløgunum er kanska ikki tað mest hugaliga evnið at viðgera. Tað er tó ein sannroynd, at slíkur ágangur móti børnum og ungum kann koma fyri í øllum feløgum. Hóast vit sum ítróttarleiðarar hava ilt við at trúgva, at slíkt hendir í okkara egna felagi, so mugu vit vera opin fyri, at kynsligur ágangur tíverri kann koma fyri í øllum feløgum, og at tað tí er partur av okkara ábyrgd at verja børn og ung móti slíkum ágangi.

Ikki ein stórur trupulleiki

Men hvussu stórur er trupulleikin við kynsligum ágangi móti børnum og ungum í føroysku ítróttarfeløgunum?

Jarvin Feilberg Hansen, ítrótta- og ungdómsráðgevi í ÍSF, leggur dent á, at trupulleikin við kynsligum ágangi í ítróttarfeløgunum als ikki er stórur:

- Nei, tað er ikki nakar stórur trupulleiki, lat tað verða sagt beinan vegin. Vit hava sum so ikki havt nøkur mál, sum eru komin til ÍSF tey síðstu árini, sigur Jarvin Feilberg Hansen. 

Feløg hava tó eftirlýst, at ÍSF hevur leiðreglur hesum viðvíkjandi, og hetta er eisini endamálið við faldarinum. Á hendan hátt eru nakrar mannagongdir staðfestar, um nakar trupulleiki verður. 

Til ber at lesa faldaran hjá ÍSF her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mars
Morgunlesturin týsdagur 19. mars 2024
171995
Mánadag 18. mars
Norðurljóð 18.mars 2024
172377
Mánadag 18. mars
Vreiði og vreiða
172342
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mars
Andakt við Johan við Neyst
172320
Sunnudag 17. mars
Møti úr Kelduni
172321
Fríggjadag 15. mars
Veðrið
172276
Fríggjadag 15. mars
Breddin stroyming: Orðaskifti um semjuskjal
172264