Stykkja út í Leirvík

Stykkja út í Leirvík
 
29.10.2017 - 12:06

Arbeiðið at stykkja út 18 nýggj grundstykkir á Fløtugerði í Leirvík er nú boðið út. Tilboð skulu verða innkomin í seinasta lagi 16. november, sæst á heimasíðuni hjá Eysturkommunu.

Tá tilboðini eru innkomin verður veitari valdur, og eftir ætlan verður spakin settur í áðrenn árslok. Áhugin at byggja í Leirvík er stórur. Heili 53 fólk standa á bíðilista eftir at fáa grundstykki í Leirvík.

Komandi ár verður farið undir at stykkja út í Norðragøtu, skrivar Eysturkommuna á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628