Ákærdur fyri at hava barnaporno í varðveitslu

Ákærdur fyri at hava barnaporno í varðveitslu
Ein maður, fyrst í 30'unum, er ákærdur fyri at hava í varðveitslu og senda víðari barnapornografiskt tilfar
 
31.10.2017 - 13:09

Føroya Rættur fer í november viðgera eitt mál um barnapornografiskt tilfar, - talan er um meira enn 400 myndir og 30 sjónbond.

Løgreglan fekk fráboðan frá National Cybercrime Center um, at ein føroysk IP-adressa hevði móttikið úr Eysturríki, og at hava víðarsent barnapornografiskt tilfar.

Málið hevur verið kannað síðani oktober 2014. Løgreglan gjørdi húsarannsókn heima hjá manninum, og legði hald á teldu, og har vóru bæði myndir og sjónbond.

Tríggjar katogoriir:

Í rættarligum høpi er barnaporno býtt upp í tríggjar kategoriir. 

Fyrsta kategoriin snýr seg um myndir av naknum børnum, har barnið er einsamalt á myndini og eingin kynslig handling er.
Í hesi kategoriini hevði ákærdi maðurin 208 myndir og eitt sjónband.

Onnur kategoriin snýr seg um filmsbrot við kynsligum aktiviteti, har ein ella fleiri persónar hava samlegu ella annað kynsligt samband við eitt barn. Her hevur ákærdi 153 myndir og 33 sjónbond.

Triðja og grovasta kategoriin eru filmsbrot ella myndir, har barnið verður neyðtikið og verður sýnt fram at verða í lívsvanda, at børn hava kynsligt samband við djór og at kynsligi aktiviteturin fevnir um børn millum 0 og 3 ár. 

Í hesi katogoriini hevði maðurin 16 myndir.

Upp í 6 ára fongsul

Føroya Rættur hevur sett av tveir dagar til at viðgerða málið. 

Maðurin kann verða dømdur upp í tvey ár, og undir serliga skerpaðum umstøðum upp í 6 ára fongsul. "Serliga skerpandi umstøður" er, tá vandi er fyri lívinum hjá barninum, har ið grovur harðskapur verður nýttur, har barnið fær álvarsaman skaða, ella umstøður, har ið talan er um regluliga ella skipaða útbreiðslu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010